Um okkum

Klæðir til øll – 0-100 ár

Í stóra húsinum við Ánna 3 í Norðragøtu er klædnahandilin Rokoko. Kristianna Ennigarð og mamma hennara byrjaðu handilin í Syðrugøtu ( har Meltic er nú) í 1988, so í ár eru 30 ár síðan handilin lat upp. Tá seldu tey búnýti og gávulutir. Í 1991 í kreppuni, tá fólk ikki brúktu pening uppá gávulutir,  fóru tær at selja klæðir, og fluttu til Norðragøtu í 1999.
Hvat eyðkennir Rokoko fram um aðrar klædnahandlar? Vit hava alt – til fólk frá 0 til 100 ár. Handilin hevur eitt ógvuliga breitt úrval av klæðum til mannfólk, konufólk og børn, ung sum eldri, umframt tógv, smykkur, sminku og undirklæði.

Støkk inn á gólvið hjá okkum ella síggj okkara lekkra og breiða úrval av klæðum til alla familjuna her á nethandlinum!