· Eydis Skýlindal

Um Okkum

Klæðir til øll – 0-100 ár

Í stóra gula húsinum við Ánna 3 í Norðragøtu er klædnahandilin Rokoko. Kristianna Ennigarð og mamma hennara byrjaðu handilin í Syðrugøtu í 1988. Tá seldu tey búnýti og gávulutir. Í 1991 í kreppuni, tá fólk ikki brúktu pening uppá gávulutir,  fóru tær at selja klæðir, og fluttu til Norðragøtu í 1999.
í 2022 skifti Rokoko eigarar, har Eydis SKýlindal og Hans Leo í Bartalsstovu, dóttir og faðir, yvirtóku handilin.
Hvat eyðkennir Rokoko fram um aðrar klædnahandlar? Vit hava alt – til fólk frá 0 til 100 ár. Handilin hevur eitt ógvuliga breitt úrval av klæðum til mannfólk, konufólk og børn, ung sum eldri, smykkur og undirklæði.

Støkk inn á gólvið hjá okkum ella síggj okkara lekkra og breiða úrval av klæðum til alla familjuna her á nethandlinum! Og fylg okkum á Facebook og Instagram, tí har leggja vit nógv út.